Seinasta summar skrivaði Vinjard Magnussen úr Sørvági eina bachelorritgerð í sosialvísindum um eitt so álvarsamt evni sum fráfall. Ritgerðin hevur heitið “Tey burturvilstu”, og í henni kannar Vinjard upplivingar og sosialar avleiðingar fyri fólk, ið falla frá kristnu trúnni. Ritgerðin byggir á samrøður við fólk, sum hava vent kristnu samkomuni bakið.
Vit tosa við Vinjard um fráfall og úrslitið av kanningum hansara um evnið. Tilgongdin, tá ein kristin fellir frá, verður býtt upp í tríggjar fasur – áðrenn, undir og aftaná – og hvørt tíðarskeið hevur síni sereyðkenni. Áðrenn Vinjard fór í gongd, hevði hann ta fatan, at tað er eitt frítt val, tá ein persónur vendur trúnni bakið, men henda fatan varð avbjóðað undir arbeiðnum.
At enda práta vit eisini um nýggja kristiliga eftirskúlan, “Brúgvin”, í Skálavík, har Vinjard er ein av fyrireikarunum.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.