Open Doors er altjóða felagsskapur, sum ger vart við støðuna hjá kristnum um allan heim, ið líða fyri sína trúgv, og roynir at hjálpa teimum. Arbeiðið byrjaði í 1955, tá hollendingurin Bróðir Andreas fjaldi bíbliur í sínum ljósabláa fólkavogni og koyrdi eysturum jarntjaldið, so tey kristnu í Eysturevropa kundu fáa bíbliur. Nú á døgum fevnir arbeiðið hjá Open Doors um umleið 70 lond.
Seinastu trý árini hevur Rói Norðoy saman við øðrum virkað fyri at styrkja ta føroysku greinina av felagsskapinum - undir heitinum Open Doors Føroyar. Vit práta við Róa um støðuna hjá teimum kristnu í londum, har tað kostar nógv at trúgva á Jesus. Rói greiðir frá, hvat Open Doors ger fyri tey atsøktu, og hvussu vit í okkara parti av heiminum kunnu hjálpa teimum. Vit spyrja eisini, hví Open Doors hevur eina føroyska grein, og hvat hon fæst við.
"Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami!" (Hebr 13,3)
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.