Í hesum poddkastinum hava vit fingið ein forkunnugan gest í studio úr afrikanska landinum Kjad. Kjad liggur í Mið-Afrika og 60% av landinum er oyðimørk, tí norðari partur av landinum er partur av Sahara oyðimørkini. Kjad er 7. fátækasta land í heiminum. Fólkatalið er áleið 15 mió. og einans 1,9% av fólki hava atgongd til vatn. Harafturat liva 80% undir fátækramarkinum, so landið hevur stórar sosialar avbjóðingar.
Gesturin í dag arbeiðir fyri Bláa Kross í Kjad og er leiðari av eini verkætlan, sum verður stuðlað av Føroya Landsstýri umvegis Bláa Krossi í Føroyum og Altjóða Bláa Kross. Verkætlanin, ið nevnist ‘Life Skills and Peer Education’ hevur til endamáls m.a. at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin, skrivar Blái Krossur Føroya.
Vit fara at fregnast meira um hetta frá sjálva leiðaranum av verkætlanini í Kjad, so komandi hálva tíman skifta vit yvir til enskt. Hann er í Føroyum fyri fyrstu ferð – og hevur eisini fyri fyrstu ferð verið so tætt við havið, fyrstu hann hevur verið umborð á einum báti og fyrstu ferð hann hevur sæð kava.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.