Wednesday Aug 03, 2022
Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri Kristus
Í hesum síðsta fyrilestri av fýra um Heilaga Andan og virki hansara, hugsavnar Hans-Ole Bækgaard seg serliga um tvey meginevnir. Hann leggur út við at tosa um luthersku fatanina av Heilaga Andanum, sum hon verður lýst í Lítlu Katekismuni hjá Lutheri. Tí næst hyggur Hans-Ole Bækgaard nærri at evninum, Andans endurnýggjan. Hann spyr millum annað, um andaliga endurnýggjanin bert skal skiljast sum ein størri fatan av synd og náði, ella um andalig endurnýggjan eisini umfatar aðrar upplivingar sum náðigávur, trúarøsing og annað. Hans-Ole Bækgaard er cand teol og formaður fyri Indre Mission í Danmark.
Upptøkurnar her eru gjørdar, tá hann á hvítusunnu 2022 vitjaði Meinigheitshúsið í Havn.
Version: 20241125
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.