Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið?
Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir.
Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit høvdu vónað. Viðhvørt er tað, sum mótgongdin hópar seg upp, og vit kenna okkum einsamøll og sárbar. Hvat nú, um okkurt meira hendir? Klári eg tað? Fíggjarlig mótgongd, einsemi og sjúka tykjast altíð at vera í nærumhvørvinum. Ja, sjálvt deyðin tykist at vera so ræðandi nær. Hvar eri eg so í mun til Gud?
Í kvøld er tað Torleif Johannesen sum talar. Hann fer serliga at tala um, hvar eg finni frið, tá ið lívið ikki altíð gongur, soleiðis sum eg hevði vónað. Vit fara eisini at syngja nakrar sangir, sum vórðu tiknir upp á Stórmøtunum í 2020.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.