Sangur: Borgfríð Fonsdal Johannesen
Orð og lag: Øssur Berghamar
So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi,
sum tú hevur leitt meg inn á.
So mangan eg kenni, at lítil er megi,
og illa eg leiðina sá.
Men frelsari kæri, hvar enn ið eg fari,
frá tær tó eg flýggja kann ei,
og orð títt so mangan mær gjørdist tann varði,
sum lýsti mær aftur á leið.
Tað hendir so mangt, ið eg illa kann skilja,
og ivin meg køvir viðhvørt.
Eg fái ei eyga á veg tín og vilja,
alt tykist eitt loyndarmál stórt.
Tó veit eg, mín faðir, at hvat enn meg ræðir,
tú ongantíð hevur mær slept.
Tú ert har, væl vitandi um alt, ið bagir
og hevur við blóði meg keypt.
Eg kenni tað stundum so torført at biðja,
tá mangt her á fold fer í sor.
Sum trilvandi hond mín at tær seg man styðja,
so hjálparleys tykjast mær orð.
Men tøkk eg tær beri, tú lovaður veri,
tí støðugt tú skilligt mær gert,
at kraftin, mær heldur, er ei tað eg eri,
men alt tað, ið tú, Harri, ert.
Men dagur skal koma, tá ið eg skal skilja
so mangt, ið eg her skilji ei.
Tá tú ikki longur skalt fyri mær dylja,
hví torfør so mangan var leið.
Har ævig er gleði – mær birtast við megi
skal ljósið, ið fjalt mangan var.
Jú, hondin mær helt á tí fullkomna vegi,
sum trygt meg til himmalin bar.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.