Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum.
Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.
Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini.
Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava heldur ikki nevt allar teir persónligu trupulleikarnar, sum vit í hvør sínum lagi stríðast við. Men, í kvøld fara vit at lata trupulleikarnar liggja. Vit fara at gleðast í Guds friði. Vit fara at seta okkum í Guds fang, og lova honum at turka okkara tár. Í kvøld verður evnið friður við stóra F.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.