Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda annað av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið?
Í kvøld er tað Mariann Djurhuus Poulsen sum talar, og vit seta spurningin: Kann ótti vera góður?
Í Bíbliuni verður tosað um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi.
Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan óttan skulu vit eggja til. Tað er Gudsóttin. Hesin óttin merkir ikki beinleiðis, at vit eru bangin fyri nøkrum. Tað er ein ótti og virðing fyri Gudi, hansara veldi, heiðuri og æru. Samstundis er ein djúp virðing fyri hansara vreiði. Við øðrum orðum er ótti fyri Gudi ein viðurkenning av øllum tí, sum Gud er, og tí sum kemur av at kenna hann og hansara eginleikar.
Í kvøld fara vit at hyggja nærri eftir Gudsótta, og hví Gudsótti í veruleikanum er nakað gott, sum kann geva okkum frið og gleði.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.