Á vári 1996 varð arbeitt nógv við fyrireikinunum til at yvirtaka fólkakirkjuna sum føroyskt sermál. Hetta var ein spennandi tíð, har hugsað varð nógv um, hvussu tann komandi føroyska fólkakirkjan skuldi síggja út.
Og sjálvandi var tann komandi yvirtøkan høvuðsmálið á ársaðalfundinum hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir hetta árið. Ymsir fyrilestrarhaldarar greiddu frá ymsum kendum hættum, sum ein kundi skipa kirkjur eftir.
Trúboðin kann almannakunngera eina bandupptøku frá hesum fundi, har tann táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, greiddi frá sínum hugsanum um málið. Hann almannakunnger í hesum sambandi hvørjar persónar, hann hevur biðið um at sita í nevndini, sum skal fyrireika yvirtøkuna, eins og hann greiðir frá, hví júst teir eru valdir. Eftir framløguna er kjak.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.