Episodes
Episodes
Sunday Feb 06, 2022
”Men Gud greb ind” 7. partur – Petronelle Reinert
Sunday Feb 06, 2022
Sunday Feb 06, 2022
Í poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Petronelle Reinert, lærarinna, hevur skrivað.
Thursday Jan 27, 2022
Men Gud greb ind: 6. partur - Høgni Poulsen, prestur
Thursday Jan 27, 2022
Thursday Jan 27, 2022
Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis. Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur.
Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út. Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast.
Sunday Jan 09, 2022
Hjá Jesusi finni eg friðin
Sunday Jan 09, 2022
Sunday Jan 09, 2022
Hanus á Gørðum, prestur
Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.
Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini.
Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava heldur ikki nevt allar teir persónligu trupulleikarnar, sum vit í hvør sínum lagi stríðast við. Men, í kvøld fara vit at lata trupulleikarnar liggja. Vit fara at gleðast í Guds friði. Vit fara at seta okkum í Guds fang, og lova honum at turka okkara tár. Í kvøld verður evnið friður við stóra F.
Sunday Jan 09, 2022
Stórmøtini á netinum: Hjá Jesusi finni eg friðin
Sunday Jan 09, 2022
Sunday Jan 09, 2022
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum.
Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.
Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini.
Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava heldur ikki nevt allar teir persónligu trupulleikarnar, sum vit í hvør sínum lagi stríðast við. Men, í kvøld fara vit at lata trupulleikarnar liggja. Vit fara at gleðast í Guds friði. Vit fara at seta okkum í Guds fang, og lova honum at turka okkara tár. Í kvøld verður evnið friður við stóra F.
Sunday Jan 09, 2022
Hvar finni eg frið? – í mini órógv
Sunday Jan 09, 2022
Sunday Jan 09, 2022
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið?
Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir.
Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit høvdu vónað. Viðhvørt er tað, sum mótgongdin hópar seg upp, og vit kenna okkum einsamøll og sárbar. Hvat nú, um okkurt meira hendir? Klári eg tað? Fíggjarlig mótgongd, einsemi og sjúka tykjast altíð at vera í nærumhvørvinum. Ja, sjálvt deyðin tykist at vera so ræðandi nær. Hvar eri eg so í mun til Gud?
Í kvøld er tað Torleif Johannesen sum talar. Hann fer serliga at tala um, hvar eg finni frið, tá ið lívið ikki altíð gongur, soleiðis sum eg hevði vónað. Vit fara eisini at syngja nakrar sangir, sum vórðu tiknir upp á Stórmøtunum í 2020.
Saturday Jan 08, 2022
Kann ótti vera góður?
Saturday Jan 08, 2022
Saturday Jan 08, 2022
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda annað av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið?
Í kvøld er tað Mariann Djurhuus Poulsen sum talar, og vit seta spurningin: Kann ótti vera góður?
Í Bíbliuni verður tosað um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi.
Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan óttan skulu vit eggja til. Tað er Gudsóttin. Hesin óttin merkir ikki beinleiðis, at vit eru bangin fyri nøkrum. Tað er ein ótti og virðing fyri Gudi, hansara veldi, heiðuri og æru. Samstundis er ein djúp virðing fyri hansara vreiði. Við øðrum orðum er ótti fyri Gudi ein viðurkenning av øllum tí, sum Gud er, og tí sum kemur av at kenna hann og hansara eginleikar.
Í kvøld fara vit at hyggja nærri eftir Gudsótta, og hví Gudsótti í veruleikanum er nakað gott, sum kann geva okkum frið og gleði.
Friday Jan 07, 2022
Gamalt gull: Missiónstímin, Ungdómsstevnuni 1979,
Friday Jan 07, 2022
Friday Jan 07, 2022
Missiónstímin, Ungdómsstevnuni, Emmaus, Klaksvík 1979,Esmar A Jacobsen talar.
Friday Jan 07, 2022
Stórmøtini á netinum: Hvar finni eg frið? – í mini órógv
Friday Jan 07, 2022
Friday Jan 07, 2022
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið?
Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir.
Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit høvdu vónað. Viðhvørt er tað, sum mótgongdin hópar seg upp, og vit kenna okkum einsamøll og sárbar. Hvat nú, um okkurt meira hendir? Klári eg tað? Fíggjarlig mótgongd, einsemi og sjúka tykjast altíð at vera í nærumhvørvinum. Ja, sjálvt deyðin tykist at vera so ræðandi nær. Hvar eri eg so í mun til Gud?
Í kvøld er tað Torleif Johannesen sum talar. Hann fer serliga at tala um, hvar eg finni frið, tá ið lívið ikki altíð gongur, soleiðis sum eg hevði vónað. Vit fara eisini at syngja nakrar sangir, sum vórðu tiknir upp á Stórmøtunum í 2020.
Your Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help potential listeners better understand and become interested in your podcast. Think about what will motivate them to hit the play button. What is your podcast about? What makes it unique? This is your chance to introduce your podcast and grab their attention.