Episodes
Episodes
Wednesday Aug 25, 2021
Monday Aug 23, 2021
Men Gud greb ind - 1. partur Clement Eliassen
Monday Aug 23, 2021
Monday Aug 23, 2021
Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.
Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.
Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast á hesi síðu. Í fyrsta parti hoyra vit indremissiónstrúboðaran Clement Eliassen greiða frá, hvussu Guð kallaði hann. Fyrst til trúgv og síðani til fulltíðartænastu.
Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, lesur úr bókini.
Sunday Aug 15, 2021
Wednesday Jul 14, 2021
Sangskeiðið 1992 á Glyvrum
Wednesday Jul 14, 2021
Wednesday Jul 14, 2021
Kórleiðari:
Ole harkjærLeon Torp NielsenMargit Skov PetersenSnorri Brend
Upptøka: RMS Studio
Útgevari: Hin Kirkjuliga Heimamissiónin
Tuesday Jun 22, 2021
Úr savninum: Ávegis móti eini sjálvstøðugari føroyskari fólkakirkju
Tuesday Jun 22, 2021
Tuesday Jun 22, 2021
Á vári 1996 varð arbeitt nógv við fyrireikinunum til at yvirtaka fólkakirkjuna sum føroyskt sermál. Hetta var ein spennandi tíð, har hugsað varð nógv um, hvussu tann komandi føroyska fólkakirkjan skuldi síggja út.
Og sjálvandi var tann komandi yvirtøkan høvuðsmálið á ársaðalfundinum hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir hetta árið. Ymsir fyrilestrarhaldarar greiddu frá ymsum kendum hættum, sum ein kundi skipa kirkjur eftir.
Trúboðin kann almannakunngera eina bandupptøku frá hesum fundi, har tann táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, greiddi frá sínum hugsanum um málið. Hann almannakunnger í hesum sambandi hvørjar persónar, hann hevur biðið um at sita í nevndini, sum skal fyrireika yvirtøkuna, eins og hann greiðir frá, hví júst teir eru valdir. Eftir framløguna er kjak.
Saturday Jun 05, 2021
Gamalt gull úr kjallaranum: Upptøkur við Havnarkórinum
Saturday Jun 05, 2021
Saturday Jun 05, 2021
Herfyri komu nøkur kassettubond undan kavi í kjallaranum í Nesvík.
Ársaðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir 1996
Thursday Jun 03, 2021
Sangskeiðið 1991
Thursday Jun 03, 2021
Thursday Jun 03, 2021
Í kjallaranum í Leguhúsinum í Nesvík hava vit funnið nøkur gomul kasettubond. Á einum av bondunum eru upptøkur frá Sangskeiðnum í Klaksvík í 1991.
Upptøkurnar eru nú fluttar yvir á teldu, soleiðis at tær kunnu verða varðveittar í eini framtíð, har fólk ikki hava bandavspælarar. Niðanfyri ber til at lurta eftir allari upptøkuni.
Um tú hevur eina søgur ella eina mynd frá Sangskeiðnum 1991, so vilja vit fegin frætta frá tær. Tú kanst skriva søguna í teigin til viðmerkingar á facebook, ella senda okkum ein teldupost á trubodin@mission.fo
Wednesday May 12, 2021
Guds hjálp í Alpunum
Wednesday May 12, 2021
Wednesday May 12, 2021
Søga úr Vitaljósini
Fært til keyps á www.manna.fo
Upplesari: Mariann Djurhuus Poulsen
Your Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help potential listeners better understand and become interested in your podcast. Think about what will motivate them to hit the play button. What is your podcast about? What makes it unique? This is your chance to introduce your podcast and grab their attention.