Episodes
Episodes
Thursday May 07, 2020
Trúpoddurin 4.partur
Thursday May 07, 2020
Thursday May 07, 2020
So var 4. partur av Trúpoddinum her!
Evnið hesaferð: Hvussu eri eg eitt ljós í gerandisdegnum?
Thursday Apr 30, 2020
Trúpoddurin 3. partur
Thursday Apr 30, 2020
Thursday Apr 30, 2020
So var aftur hósdagur, og tað merkir, at vit hava ein undgómspoddkast kláran til tykkum.
Evnið hesaferð er: Hvønn vendir tú tær fyrst til í neyðini.
Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður hava funnið eitt navn. Tey takka fyri øll uppskotini og Eyðbjørn Jacobsen fyri navnið: TRÚPODDURIN!
Tuesday Apr 28, 2020
Trúpoddurin 2. partur
Tuesday Apr 28, 2020
Tuesday Apr 28, 2020
So vóru tey aftur! Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður tosa um evnið: Eru vit øll líka yvir fyri Gudi? – Eru allar syndirnar líka stórar, og eru allar náðigávurnar líka týdningarmiklar?
Friday Apr 24, 2020
Trúpoddurin 1. partur
Friday Apr 24, 2020
Friday Apr 24, 2020
Evnið hesaferð er: Hvussu komi eg inn aftur í samkomuna, aftaná eg eri fallin frá? Og hvussu kunnu vit sum samkoma taka ímóti teimum, ið velja at koma aftur?
Friday Apr 17, 2020
Um Gud er til, hví er so nógv líðing í heiminum?
Friday Apr 17, 2020
Friday Apr 17, 2020
Um Gud er góður og altvaldandi, hví loyvir hann so líðing og óndskapi í heiminum? Hetta er ein spurningur, sum bæði kristin og skeptikkarar hava sett ígjøgnum alla heimssøguna. Jákup Justinussen tosar við Øssur Kjølbro, gudfrøðing, um hendan stóra spurning.
Mynd: Kat J on Unsplash
Monday Feb 17, 2020
#11 Áttandihvør kristni í heiminum verður atsøktur fyri sína trúgv
Monday Feb 17, 2020
Monday Feb 17, 2020
Open Doors er altjóða felagsskapur, sum ger vart við støðuna hjá kristnum um allan heim, ið líða fyri sína trúgv, og roynir at hjálpa teimum. Arbeiðið byrjaði í 1955, tá hollendingurin Bróðir Andreas fjaldi bíbliur í sínum ljósabláa fólkavogni og koyrdi eysturum jarntjaldið, so tey kristnu í Eysturevropa kundu fáa bíbliur. Nú á døgum fevnir arbeiðið hjá Open Doors um umleið 70 lond.
Seinastu trý árini hevur Rói Norðoy saman við øðrum virkað fyri at styrkja ta føroysku greinina av felagsskapinum - undir heitinum Open Doors Føroyar. Vit práta við Róa um støðuna hjá teimum kristnu í londum, har tað kostar nógv at trúgva á Jesus. Rói greiðir frá, hvat Open Doors ger fyri tey atsøktu, og hvussu vit í okkara parti av heiminum kunnu hjálpa teimum. Vit spyrja eisini, hví Open Doors hevur eina føroyska grein, og hvat hon fæst við.
"Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami!" (Hebr 13,3)
Thursday Feb 13, 2020
#10 Hvussu uppliva fólk fráfall?
Thursday Feb 13, 2020
Thursday Feb 13, 2020
Seinasta summar skrivaði Vinjard Magnussen úr Sørvági eina bachelorritgerð í sosialvísindum um eitt so álvarsamt evni sum fráfall. Ritgerðin hevur heitið “Tey burturvilstu”, og í henni kannar Vinjard upplivingar og sosialar avleiðingar fyri fólk, ið falla frá kristnu trúnni. Ritgerðin byggir á samrøður við fólk, sum hava vent kristnu samkomuni bakið.
Vit tosa við Vinjard um fráfall og úrslitið av kanningum hansara um evnið. Tilgongdin, tá ein kristin fellir frá, verður býtt upp í tríggjar fasur – áðrenn, undir og aftaná – og hvørt tíðarskeið hevur síni sereyðkenni. Áðrenn Vinjard fór í gongd, hevði hann ta fatan, at tað er eitt frítt val, tá ein persónur vendur trúnni bakið, men henda fatan varð avbjóðað undir arbeiðnum.
At enda práta vit eisini um nýggja kristiliga eftirskúlan, “Brúgvin”, í Skálavík, har Vinjard er ein av fyrireikarunum.
Wednesday Jan 29, 2020
#9 Skúlabørn í Liberia eru eisini okkara ábyrgd í Føroyum
Wednesday Jan 29, 2020
Wednesday Jan 29, 2020
Vit práta við Elisabeth Poulsen, ið er trúboðari í Liberia í Vesturafrika. Hon er send út av danska útimissiónsfelagsskapinum Promissio, og føroysk sendimeinigheit er Meinigheitshúsið á Skála.
Elisabeth greiðir nærri frá tilveru síni og arbeiðnum í Liberia. Hennara uppgáva er at styrkja skúlaskipanina og menna lærararnar í teimum 28 skúlunum, sum lutherska kirkjan rekur. Hon greiðir frá gleðini um, at arbeiðið ger mun, men eisini frá teimum stóru avbjóðingunum, bæði hjá fólkinum sum heild og hjá skúlaverkinum.
Your Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help potential listeners better understand and become interested in your podcast. Think about what will motivate them to hit the play button. What is your podcast about? What makes it unique? This is your chance to introduce your podcast and grab their attention.