Episodes
Episodes
Monday Dec 23, 2019
#7 Vit eru har, sum vit skulu vera
Monday Dec 23, 2019
Monday Dec 23, 2019
Nú jólini eru í hondum, er familjan Olofson komin heim at halda jólafrítíð. Tey eru trúboðarar í Mongolia, og í prátinum greiða tey millum annað frá, hví tey endaðu í Mongolia, hvussu tað er at búgva og virka í landinum og hvat tey fáast við.
- Ymisk lond vóru upp á tal, men her kenna vit, at vit eru komin uppá pláss. Serliga nú vit kort síðani eru flutt til býin Khovd í Vesturmongolia, siga Julianna og Silas.
(Haldið okkum til góðar, um ljóðgóðskan ikki er nøktandi!)
Wednesday Nov 13, 2019
#6 Føroyar stuðla hjálpararbeiði í Kjad
Wednesday Nov 13, 2019
Wednesday Nov 13, 2019
Í hesum poddkastinum hava vit fingið ein forkunnugan gest í studio úr afrikanska landinum Kjad. Kjad liggur í Mið-Afrika og 60% av landinum er oyðimørk, tí norðari partur av landinum er partur av Sahara oyðimørkini. Kjad er 7. fátækasta land í heiminum. Fólkatalið er áleið 15 mió. og einans 1,9% av fólki hava atgongd til vatn. Harafturat liva 80% undir fátækramarkinum, so landið hevur stórar sosialar avbjóðingar.
Gesturin í dag arbeiðir fyri Bláa Kross í Kjad og er leiðari av eini verkætlan, sum verður stuðlað av Føroya Landsstýri umvegis Bláa Krossi í Føroyum og Altjóða Bláa Kross. Verkætlanin, ið nevnist ‘Life Skills and Peer Education’ hevur til endamáls m.a. at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin, skrivar Blái Krossur Føroya.
Vit fara at fregnast meira um hetta frá sjálva leiðaranum av verkætlanini í Kjad, so komandi hálva tíman skifta vit yvir til enskt. Hann er í Føroyum fyri fyrstu ferð – og hevur eisini fyri fyrstu ferð verið so tætt við havið, fyrstu hann hevur verið umborð á einum báti og fyrstu ferð hann hevur sæð kava.
Thursday May 09, 2019
#5 Prát við Elisabeth Poulsen um Tæn Afrika
Thursday May 09, 2019
Thursday May 09, 2019
Um dagarnar heldur missiónsfelagsskapurin Tæn Afrika 3 ára stovningardag. Hetta er ein føroyskur felagsskapur, sum er virkin í altjóða missión, men hóast unga aldurin eru tey við í nógvum verkætlanum í Etiopia og Suðurafrika. Vit hava tosað við Elisabeth Poulsen, ið stendur á odda fyri felagsskapinum, um virksemið.
Tæn Afrika leggur seg serliga eftir at hjálpa familjum og kvinnum, bæði tí kvinnur ofta eru ringast fyri, og tí at tú hjálpir børnunum, tá tú hjálpir mammunum. Eisini leggur felagsskapurin dent á, at ein partur av uppgávuni er at eggja føroyingum her heima til altjóða missión, tí vit hava øll fingið kallið.
Tæn Afrika hevur eina facebook-síðu, og møguleiki er at stuðla arbeiðnum á kontu í Betri Banka: 9181-499.447.9
Saturday Apr 27, 2019
#4 Prát við Ritu Elmounayer, stjóra á Sat-7
Saturday Apr 27, 2019
Saturday Apr 27, 2019
Vit høvdu vitjan í Studio Nesvík av Ritu Elmounayer, stjóra á kristligu sjónvarpsrásini Sat-7, í samband við at hon hevur vitjað í Føroyum saman við Kurt Johansen, aðalskrivara í Sat-7 Evropa og Asia. Jákup Justinussen prátar við Ritu um arbeiðið hjá Sat-7. Prátið er alt á enskum.
Tuesday Apr 16, 2019
#3 Var tað veruliga neyðugt?
Tuesday Apr 16, 2019
Tuesday Apr 16, 2019
Páskapoddkast: Triðja poddkastið úr Studio Nesvík snýr seg um páskirnar, serliga skírishalguna. Vit umrøða spurningin, um tað veruliga var neyðugt hjá Jesusi at líða so ræðuliga og doyggja – er so illa statt við okkum menniskjum?
Wednesday Apr 03, 2019
#2 Føsta hjálpir okkum at sansa kristna boðskapin
Wednesday Apr 03, 2019
Wednesday Apr 03, 2019
Annað poddkastið hjá Trúboðanum úr Studio Nesvík snýr seg um at fasta og føstutíðina. Gestir eru Jóhan Petur Johannesen í Havn, Dagny Højgaard á Tvøroyri og Ovi Brim á Nesi, Eysturoy.
Monday Mar 18, 2019
#1 Blái Krossur vil eisini taka hond um børnini
Monday Mar 18, 2019
Monday Mar 18, 2019
Fyrsta poddkast hjá Trúboðanum er ein samrøða við Dakko Petersen, aðalskrivara hjá Bláa Krossi Føroya, og Alisu Hammer, fyribyrgingarleiðara, um víðfevnda arbeiðið hjá diakonala felagsskapinum, serliga við atliti til børnini.
Your Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help potential listeners better understand and become interested in your podcast. Think about what will motivate them to hit the play button. What is your podcast about? What makes it unique? This is your chance to introduce your podcast and grab their attention.