Episodes
Episodes
Wednesday Sep 14, 2022
Jóannis Fonsdal: Jákup og Paulus - trúgv og gerningar
Wednesday Sep 14, 2022
Wednesday Sep 14, 2022
Í hesum triðja av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 fer Jóannis Fonsdal djúpari niður í ta stóru avbjóðing Jákups til okkara, at lív okkara skal svara til tað, vit trúgva á, at vit ikki bara skulu hoyra orðið, men eisini gera eftir tí. Tínæst verður kanna, hvussu vit kunnu sameina orðini hjá Jákupi við tað, Paulus skrivar um gerningar og trúgv.
Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum"
Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju
Friday Sep 09, 2022
Trúarverja
Friday Sep 09, 2022
Friday Sep 09, 2022
Jonhard Jógvansson: Trúarverja
Bíbliuskeið 2022 í Nesvík
Wednesday Sep 07, 2022
Jóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting
Wednesday Sep 07, 2022
Wednesday Sep 07, 2022
Jóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting
Í hesum øðrum av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 er Jóannis Fonsdal inni á, at Gud roynir okkum fyri at menna trúgv okkara á hann og viðurskifti okkara við hann, men hann freistar okkum ikki. Tað er hvørki Gud ella Djevulin, men girndin í okkum sjálvum, sum hevur skyldina av freistingunum, men sum eitt endurføtt menniskja kunnu vit vinna á freistingum. Falla vit, ræður um ikki at verða liggjandi, men koma til krossin og fáa fyrigeving.
Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum"
Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju
Friday Sep 02, 2022
”Men Gud greb ind” 9. partur - P. Sofus Sivertsen
Friday Sep 02, 2022
Friday Sep 02, 2022
Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.
Wednesday Aug 31, 2022
Jóannis Fonsdal: Á ferð inn í Jákupsbrævið
Wednesday Aug 31, 2022
Wednesday Aug 31, 2022
Í hesum fyrsta av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 greiðir Jóannis Fonsdal frá Jákupsbrævinum sum heild, um rithøvund, móttakarar, snið og innihald. Tínæst fer hann eina lítla ferð inn í fyrsta partin av brævinum við denti á at lív okkara skal svara til tað, vit trúgva á og at tað ræður um at gera nakað við tað, vit síggja, tá ið vit spegla okkum í Guds orði.
Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum"
Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju
Friday Aug 12, 2022
Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (4. partur)
Friday Aug 12, 2022
Friday Aug 12, 2022
Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.
Wednesday Aug 03, 2022
Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri Kristus
Wednesday Aug 03, 2022
Wednesday Aug 03, 2022
Í hesum síðsta fyrilestri av fýra um Heilaga Andan og virki hansara, hugsavnar Hans-Ole Bækgaard seg serliga um tvey meginevnir. Hann leggur út við at tosa um luthersku fatanina av Heilaga Andanum, sum hon verður lýst í Lítlu Katekismuni hjá Lutheri. Tí næst hyggur Hans-Ole Bækgaard nærri at evninum, Andans endurnýggjan. Hann spyr millum annað, um andaliga endurnýggjanin bert skal skiljast sum ein størri fatan av synd og náði, ella um andalig endurnýggjan eisini umfatar aðrar upplivingar sum náðigávur, trúarøsing og annað. Hans-Ole Bækgaard er cand teol og formaður fyri Indre Mission í Danmark.
Upptøkurnar her eru gjørdar, tá hann á hvítusunnu 2022 vitjaði Meinigheitshúsið í Havn.
Friday Jul 29, 2022
Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (3. partur)
Friday Jul 29, 2022
Friday Jul 29, 2022
Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.
Your Title
This is the description area. You can write an introduction or add anything you want to tell your audience. This can help potential listeners better understand and become interested in your podcast. Think about what will motivate them to hit the play button. What is your podcast about? What makes it unique? This is your chance to introduce your podcast and grab their attention.